Looknorth er plastframleiðari.
Vit framleiða vørur úr harðplasti og úr skúmplasti. Virkið hevur miðvíst ment vørur síðan tað byrjaði í 2001. Tá framleiðslan byrjaði vóru tað bert kassar og lok til pakning av laksi sum vóru á vørulistanum. Í dag kunnu vit bjóða nógvar ymiskar støddir av kassum eins og vit kunnu levera kassar til vanligan flutning við skipi og til flutning við flogfari. Eisini framleiða vit aðrar vørur t.d. bjálving og flot.
Í 2004 fóru vit undir at framleiða vørur úr harðplasti. Hendan framleiðslan umfatar hornastólpar til 400 og 500 kg saltfiska-eskjur, bússningar og gonguristir til aliringar umframt aðrar vørur.
Looknorth er framvegis og áhaldandi áhuga í at menna nýggjar vørur. Hevur tú okkurt hugskot eru vit sera áhugaðir í at hoyra frá tær.
Ymisk brot frá móttøkuni 19. oktober 2011:
http://www.youtube.com/watch?v=DlzJOCGPejQ
http://www.youtube.com/watch?v=FUFzO_KNB6Q
http://www.youtube.com/watch?v=tcNayerbzX4
http://www.youtube.com/watch?v=X1tGVp2Rwwg
http://www.youtube.com/watch?v=N2ZcbSnOctg
http://www.youtube.com/watch?v=egnF-V-5qKo
http://www.youtube.com/watch?v=_xm0SDkcLxY
http://www.youtube.com/watch?v=lYp-HscSzgg
http://www.youtube.com/watch?v=N1uo4Mjv_7g