Tuesday, February 07, 2012

Looknorth hevur í høvusheitum tvey sløg av framleiðslu útbúnaði:

Sproytustoyping.

 Sproytustoybing er ein framleiðsluháttur har plastlutir verða framleiddir av termoplastiskum plasti. Smelta plast verður við høgum trýsti sproyta inn i eitt amboð, som er negativið av tí lutinum sum skal framleiðast. Amboði, eisini kallaður formurin, er gjørdur (hjá einum formmakara) úr metallið, vanliga úr stálið eller aluminium. At gera formar er eitt serstakt hándverk og neyvleikin í formunum er sera høgur. Við sproytustoyping verða nógvir ymiskir lutir framleiddir, frá tí heilt lítla til tað heilt stóra. Dømi uppá hetta kunnu vera smálutir í td. hoyraapparatum við tíggjunddeils mm stødd og stór ting so sum ruskbingjur ella instrumentborð til bilar.

 

Maskina til Sproytustoyping

 

Formur til stoyping av harðplasti

Dømi um lutir sum vit framleiða við hesum háttinum:

Trolkúlur

Hornastólpar.

 

Vørur úr EPS (Ekspanderbart Poly Styren)

Hetta er framleiðsla har plastevni ikki verður smelta, men heldur heita upp, soleiðis at gassið sum er í verður virkið og fær perlurnar at vaksa. Eps verður vanliga framleitt við einari vektfylla uppá 20 til 40 gram pr. litur. Framleiðslugongdin er hendan:

Rávøra í Oktabinum

Forskúmari

Millumvøra í siloum

Formmaskina

          Liðugvøra á plattum

 

Dømi um vørur vit framleiða á hendan hátt:

Kassar

Bjálvingarplátur

Flot