Looknorth framleiðir vørur úr plasti.
Looknorth varð stovna á sumri í 2000, og fór undir framleiðslu á várið 2001.
Dentur hevur veri lagdur á at menna og økja um vøruútboði frá byrjan.
Kassar
At byrja við vóru bert 20 kg kassar og lok framleidd á virkinum. Síðan hava vit økt um vøruúrvalið við einum 200 kg kari, ein kassa seria er 15 kg , 10 kg og 6 kg. Ein seria er 11 kg, 9 kg og 7 kg . Ein seria er 6,5 kg, 5 kg og 3,5 kg. Í 2010 eru eisini ein 3 kg og ein 5 kg kassi komnir afturat.
Flot
Í 2002 fóru vit undir at gera flot til at koyra inn í aliringar. Á várið 2008 kom onkur við hugskotinum at gera flot til at koyra uppá endan á fóðurslangum. Hetta bleiv roynt, og hava vit síðan bjóða hetta, sum eitt sera bíligt alternativ til aðrar loysnir á hesum økinum.
Bjálving
Eftir tveimum árðum var eisini fari undir at framleiða bjálving. Í byrjanini framleiddu vit einans plátur við beinum kanti og bert í 4 ymiskum tjúktum. Í dag framleiða vit bjálvingarplátur við ymiskum tjúktum, upp til 150 mm, við beinum kanti og við umskæring. Eisini fáast plátur í dag við ymiskari trykstyrkið, og sum nakað nýtt kunnu vit bjóða bjálving við betri bjálvingareginleikum enn áður.
Reglurnar fyri nýtslu av bjálving eru broyttar, soleiðis at tað í dag er loyvt at brúka okkara bjálving í nógv størri mun enn áður.
Harðplast
Vit fóru í 2004 undir at framleiða vørður úr harðplasti. Vit byrjaðu við at framleiða trolkúlur, men hetta er ikki ein vøra vit bjóða meir. Í dag framleiða vit hornastólpar bæði til 500 kg og til 400 kg eskjur. Vit eru í 2010 eisini farnir undir at framleiða búsningar til aliringar.
Annað
Eisini fáast vit við annað. Vit hava gjøgnum árini roynt ymiskar møguleikar. Vit kunnu skera ymiskt úr EPS og hava vit á hendan hátt bæði gjørt reklamulutir, útsparringar og eisini flot til onkrar støddir sum vit ikki hava form til.
Framtíðin
Virkið er í støðugari menning og ynskja vit at víðka um vøruútboði so hvørt sum orkan og marknaðurin loyvir hesum. Looknorth er ein fyritøka, sum miðvíst roynir at finna og gagnnýta markanaðarmøguleikar í Føroyum og vit eru vísir í, at góðar loysnir útviklaðar til Føroyska marknaðin eisini hava møguleika á útflutningsmarknaðinum.