EPS
EPS stendur fyri Ekspanderbart Poly Styren. Hetta tilfari hevur millum manna eisini ymisk onnur nøvn, tað sum oftani er at hoyra er: flamingo, thauso-plast, styrosell ella bara skúmplast.
|
Mynd sum vísir 10 gr. av rávøru |
|
Mynd sum vísir 10 gr. av millumvøru |
|
Mynd við plátu og kassa og floti |
EPS er gjørt úr umleið 94% polystyren og 6% pentan. Við hjálp av dampi verða perlurnar forskúmaðar, soleiðis at hvør einstøk perla veksur til nógvar ferðir sína egnu stødd sum rávøra. Eftir at perlurnar eru komnar í formin og upphitaðar einaferð afturat verður vanliga sagt at tilfari er umleið 98% luft og 2% fast stoff. Tað er tann stóra nøgdin av luft í lukkaðu cellurúmunum, sum ger at EPS fær sínar fantastisku bjálvingareginleikar.
|
|
|
Mynd sum vísir perlu áðrenn hon er uppskúma. |
|
Mynd sum vísir cellustrukturin í eini uppskúmaðari perlu. |
Umframt fantastiska bjálvingareginleikan og tað framúr góða vekt/styrki forholdi hevur EPS eisini aðrar góðar eginleikar:
Umhvørvisvinarligt: EPS er sera umhvørvisvinarligt tilfar. EPS er ikki vandamikið á nakran hátt og inniheldur onki evni sum er skaðiligt. Ongantíð, frá framleiðslu av rávøru til burturbeining inniheldur EPS nakað evni sum er giftugt. Onki evni sum er skaðiligt fyri umhvørvið er heldur í tilfarinum (td. CFC ella HCFC).
EPS er eisni óvirkið í samban við svamp og microorganismur. Tilfari inniheldur einki sum ger at hesar verður fáa liva. Eingi fibur eru heldur í tilfarinum og elvur hetta tí heldur ikki til húðirritatión.
Sum bjálving sparir EPS umhvørvið fyri fosilt brennievni við at vera eitt sera gott bjálvingarevni. Sum pakningur er EPS heilt einastandandi við góðum vekt/styrki forholdi, og harvið spara flutningsførini munandi nøgdir av brennievni pr. flutt kg.
Kemist mótstøðuføri: EPS er mótstøðuført móti basum, saltum, animalskum- og vegetablum oljum, eisini er EPS mótstøðuført móti syrum (tó ikki saltpetersyru), EPS tolir eisini latex og epoxymaling. Harumframt er EPS mótstøðuført móti svampi, roti og aldring.
Lætt at handfara: EPS er baði sum bjálving og pakningur, sera lætt at handfara. Kassarnir eru lættir og viga úr nøkrum fáum 100 grammum upp í nøkur fá kilo. Bjálvingin er løtt at leggja út og løtt at tilpassa á staðnum. Til ber at saga, bora ella skera við vanligum hondamboðum.