Sunday, May 20, 2012

Lím til EPS

 
Tá ein skal líma EPS, er alneyðugt at brúka lím sum ikki inniheldur ov nógv av upploysningsmidlum. Listin niðanfyri eru dømir um lím sum kunnu nýtast.
Eru tygum í iva um lími kann nýtast, er rættast at royna hetta fyrst. Ger eina roynd, har lím verður smurt á eitt stykki av EPS og bíða so í nakrar tímar. Um límið ikki upploysir EPS’ið kann hetta nýtast.
 
Lím sergjørt til EPS.
Polyuretan lím, eitt- ella tvíkomponent.
Silikon lím.
Lím sum er vatnbasera, td. pva-lím og flísalím.
Asfalt-klæber, má ikki innihalda upploysningsevni.
Hotmelt við lágum smeltipunkti.
 
Vit vilja fegin hjálpa um okkurt er, sum tygum ivast í. Ring til okkum ella send okkum ein teldupost. Adressa og telefonnr. sæst aðrastaðni á heimasíðuni.